Innanlands

Eingin tilburður staðfestur síðan 12. mars

Eingin tilburður varð staðfestur fríggjadagin og leygardagin, tá ávikavist 425 og 364 kanningar vóru gjørdar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-04 17:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Eingin smittutilburður varð staðfestur langa fríggjadag og leygardagin, vísa tølini hjá landslæknanum.

425 kanningar vórðu gjørdar langa fríggjadag, og 364 kanningar vórðu gjørdar leygardagin. Nú eru 243.904 kanningar gjørdar tilsamans.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder