Innanlands

Eingin smittutilburður í gjár

Øll úrslitini frá teimum 326 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár vóru negativ – Enn eru 13 persónar staðfestir smittaðir

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-10-19 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 326 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 146.026 kanningar gjørdar í Føroyum.

Hetta merkir, at støðan er tann sama, sum hon var í gjár.

485 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og av teimum eru 472 persónar staðfestir frískir aftur. Sostatt eru framvegis 13 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 63 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder