Innanlands

Eingin smitta staðfest seinastu tveir dagarnar

Ein persónur er vorðin útskrivaður av sjúkrahúsinum, men talið á smittutilburðum er óbroytt

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-09-28 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eingin smitta varð staðfest í teimum 337 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum.

Sostatt er eingin smitta staðfest síðan fríggjadagin, har tríggir nýggir tilburðir vórðu staðfestir.

Einasta broytingin í dag er, at fimm fólk afturat eru koyrd í sóttarhald, og at persónurin, sum var innlagdur á koronadeildini er vorðin útskrivaður aftur.

Støðan er sostatt framvegis tann, at 460 hava fingið staðfest koronasmittu í Føroyum, og at 423 teirra eru vorðin frísk aftur. 37 persónar eru smittaðir í løtuni.

127.721 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og 228 fólk eru í sóttarhaldi. Í løtuni er eingin innlagdur.

placeholder
placeholder