
Í gjár boðaði Strandferðslan frá, at tveir teir fyrstu túrarnir á ferðaætlanini hjá Galaxy í dag, hósdagin 18. september, vóru avlýstir.
Samstundis skrivaði ssl.fo, at nærri kunning fór at koma um hinar túrarnar í dag, og fyrrapartin varð lagt út, at "Fyri veður er allar fráferðir avlýstar á leið 7 í dag, hósdag 18. september".
Galaxy megnar ikki tað sama sum Smyril, og millum annað er ikki trygt hjá skipinum at sigla, um aldan fer uppum fýra metrar.
Hetta er fyrsti heili avlýsti dagurin higartil, men so ser spurningurin, hvussu støðan verður, tá longri verður komið út á heysti. Galaxy verður í sigling í øllum førum ein mánað afturat.
Tríggir túrar eru útsettir í morgin
Strandferðslan boðar eisini frá í dag, at av tí at Galaxy skal bunkra olju í Havnini í morgin, verða broytingar á leið 7 fríggjadag 19. septembur:
- Siglt verður av Krambatanga kl. 6:00 og kl. 15:30 og av Havnini kl. 11:30 og kl. 19:00. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. Broytingarnar á leið 7 fríggjadag 19. septembur, tvs. at koyrt verður til komur og fráferðir hjá Galaxy samsvarandi ferðaætlanini hósdagar.
Tað vil siga, at tríggir túrar vera ein og ein hálvan tíma, í mun til upprunaligu ferðaætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald