2025-10-06 07:39

Veðrið seinastu dagarnar hevur havt við sær fleiri avlýsingar og broytingar á Suðuroyarleiðini, og aftur í dag er siglingin hjá Galaxy ávirkað av veðrinum.
Galaxy fór av Krambatanga klokkan seks og fer ikki av Havnini aftur fyrr enn klokkan 12. Síðani verður ikki siglt meira í dag.
Ferðandi við bílegging til klokkan 10 av Havnini eru flutt til klokkan 12. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytta fráferð hjá Galaxy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald