Innanlands

Eingin sigling á suðuroyarleiðini í morgin

Arðar leiðir hjá Strandferðsluni eru eisini darvaðar av veðrinum

Prince (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

Prince (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2019-10-06 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri veður siglir avloysaraskipið hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð, ferjan Prince, ikki í morgin. Hesum boðar Strandferðslan frá í dag.

Veðurstovurnar boða frá nógvum vindi í morgin, og hetta ávirkar eisini aðrar leiðir hjá Strandferðsluni.

Teistin byrjar at sigla klokkan 08:10 úr Skopun. Fráferðirnar klokkan 06:45 og 07:25 eru avlýstar.

Spógvin siglir ikki millum Gomlurætt og Hest í morgin.

Fylg veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder