2022-07-21 08:29
Beint eftir klokkan 7 í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Hálsinum í Sandavági.
Eingin persónsskaði stóðst av hendingini, men bilurin er illa farin og nummarpláturnar eru tiknar av honum.
Bilførarin hevði verið óansin og rent á eina ferðsluforðing í sambandi við vegarbeiði, sum verður gjørt í økinum, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald