Bólkurin Tøgn eru aftur við einum nýggjum staklagi.
Lagið, sum kallast "Eingi orð", snýr seg um "tey menniskjaligu sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær sjálvari," skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.
– Hóast lívið kann gera, at man ikki fær stundir at síggjast so ofta, veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur.
Bólkurin er mannaður av Bárði Petersen, Beini Troest, Filipi Zachariassen og Jónasi Gaard.
Nýggja lagið, sum er tøkt á øllum stroymingartænastum, er framleitt í Ekho Ekho og á Oyrasundskollegiinum (B613) í Keypmannahavn.
Orð og lag: Tøgn – Bárður Petersen, Beinir Troest, Filip Zachariassen og Jónas Gaard
Framleiðsla: Tøgn
Ljóðbland og frumband: Óli Poulsen
Kór: Árni Andreassen, Beinta Marnarsdóttir Andreassen, Bogi Joensson Petersen, Durita Árnadóttir Andreassen, Elisabet Maria Pálsdóttir, Høgni Fríðuson Gaard, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Tórur Garðshon Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald