Mentan

Einabúgvi útgevur slóðbrótandi ævisøgu

"Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen" kom út í gjár. Tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø.

2019-11-16 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 15. november, gav Olaf S. Thomsen út fyrstu bók sína “Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen”.

Tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum o.ø., sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019.

[object Object]

Olaf hevur alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum fólki. Flestu vildu rópt hann einabúgva.

- Um eg skuldi verið so óheppin, at deyðin bankar á dyrnar í dag, so fær hann meg ikki við sær í fullum líki. Eg havi seinastu tíðina umskapað meg til blaðsíðurnar, ið nú verða útgivnar, og kann tí liva víðari um ævir. Ja, eins og ein tiðnaður mammutur, kann eg nú standa sum prýði inni í stovuni ella á náttborðinum hjá fremmandafólki, sigur hann.

Lesarin fær innlit í innastu tankar og gerðir Olafs. Eitt persónligt val, ið hann hevur útsett í mong ár.

- Hetta er eitt kompromis, ið eg havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja menniskjaliga sambandið frá, vit hava eisini rík lív. Og tað lívið vil eg nú fegin lata fólki at fáa innlit í. Aloftast eru tað vit, ið eiga svørini, ið onnur ikki síggja.

Hóast einliga lívið, so hevur Olaf familju í Føroyum, ið ikki taka undir við lívsháttinum hjá honum, men hesi verða ikki nevnd við navni í bókini, sum er 261 blaðsíður til longdar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder