Innanlands

Ein veðurbumba fer framvið

Hetta er eitt lágtrýst, sum dýpist meira enn 24 hPa innan fyri 24 tímar. Ein slík fer fram við norðan fyri Føroyar í kvøld og í nátt og hevur heilt fitt av vindi við sær her hjá okkum.

2026-03-21 23:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðurstova Føroya: Eitt lágtrýst, sum tíðliga í morgun lá eystur úr New Foundlandi, nærkast vestaneftir og fer miðdepilin eystur við Suðurlandinum í Íslandi um midnáttarleiti, og síðani eystur í Norskahav við kós móti Lofoten í Noregi. Í morgun kl 06:00 vístu forsøgnirnar um 990 hPa í miðjuni á hesum lágtrýstinum, og siga forsøgnirnar fyri kl 06:00 í morgin ári 961-965 hPa (Sí talvu 1). Tá verður hetta lágtrýstið í landsynning úr Höfn á eysturlandinum í Íslandi. Hetta gevur eitt trýstfall á 25-29 hPa, og verður sostatt innan fyri ásetingingarnar, sum eru fyri at kallað eitt lágtrýst fyri eina veðurbumbu.

Eitt lágtrýst, sum dýpist so bráttliga og ferðast so mikið skjótt, hevur ofta nógvan vind og avfall við sær. Tað verður eisini hesuferð, og fáa vit heilt fitt av vindi frá hesum lágtrýstinum frá í kvøld og heilt út á morgin dagin. Mesti vindurin verður á leiðunum millum Føroyar og Ísland í nátt millum klokkan 02 og 04, men eru forsagnirnar ikki heilt samdar, hvussu nógvur vindurin verður. Felags Evropeiski veðurstovnurin ECMWF (Talva 2) og bretska UK Met Ofiice meta miðalvindin at koma upp í 36 – 39 m/s, meðan týska ICON07 og ICON13, og amerikanska GFS hava heldur minni vind, um 29 -31 m/s.

Tann mesti vindurin verður vestan og norðan fyri Føroyar, men vænta vit vind upp í skrið ella storm, sum er 18 til 23 m/s, frá hesum lágtrýstinum frá seint í kvøld og út á dagin í morgin. Ættin verður útsynningur, og sum líður út á náttina hækkar hann upp móti vestan, meðan mesti vindurin er. Sambært forsagnunum, so verður tað ikki fyrr enn út á seinnpartin, at hann makar til minni enn skrið, sum er 17 til 21 m/s. Hetta lágtrýstið hevur fitt av avfallið við sær. Væntandi verður tað regn frá í kvøld og út á náttina, og síðani verður liggjandi ælaveður vestaneftir, nógva staðir við vátakava ella kava, til inn í komandi viku.

KlokkaECMWFICON13GFS
00:00996
996
06:00991990991
12:00982984983
18:00975976975
00:00986969969
00:06961965964
12:00961963964

Talva 1: Trýstið (hPa) í miðdeplinum á lágtrýstinum í forsøgnunum frá ECMWF, ICON13 og GFS frá á miðjunátt leygarnáttina til sunnudagin á miðdegi.  

Sí fleiri myndir her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder