Mentan

Ein vælvitjað listaframsýning

Leygardagin varð skipað fyri listaframsýning í sambandi við Ljósfestini í Vági, og tá vóru sera nógv fólk, ið vitjaðu framsýningina

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-10-18 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð skipað fyri listaframsýning í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa í sambandi við Ljósfestini í Vági.

Listina høvdu lokal og fólk við tilknýti til Vág gjørt, og fevndi listin seg vítt og vísti ymiskleikan hjá listafólkunum.

Tey, ið sýndu fram, vóru Sigmund Andreasen, Ulla Bærentsen, Svend Erik Stenberg, Mikala Vilhelm og Jákup Hjaltalin. Harafturat vóru eisini listaverk eftir Zakaris Heinesen, umframt at ein málningur frá William Smith var át síggja.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðuna, at sera nógv fólk vitjaðu framsýningina, og at nógv eisini tóku av møguleikanum at keypa málningar.

Hesir málningar verða útflýggjaðir í Miðlatún frá klokkan 11 í dag. Meira kunning fæst her.

placeholder
placeholder