Uttanlands

Ein triðingur av amerikanarum tekur undir við álopinum á Venesuela

33 prosent av teimum 1.248 amerikanarunum, sum luttóku í kanningini fyri Reuters sunnudagin og mánadagin, søgdu seg taka undir við álopinum

Høvuðsstaðurin í Venesuela, Caracas (Mynd: EPA)

Høvuðsstaðurin í Venesuela, Caracas (Mynd: EPA)

2026-01-06 21:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein triðingur av amerikanarum tekur undir við amerikanska álopið á Venesuela um vikuskiftið, vísir meiningakanning, sum greiningafyritøkan Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters sunnudagin og mánadagin.

65 prosent av republikansku veljarunum siga seg taka undir við álopinum, meðan bert 11 prosent av teimum demokratisku veljarunum siga tað sama. 23 prosent av veljarunum, sum siga seg ver aóheftir, taka undir við álopinum.

1.248 amerikanarar luttóku í kanningini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder