Innanlands

Ein triði tingfundur verður eisini í dag

Alt bendir á at løgtingið fer at víkja frá tíðarfreistunum tvær ferðir í dag

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-05-03 14:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingsfundur varð settur í morgun kl. 10 har tíggju mál vóru til aðru viðgerð. Beint eftir kl. 13, eftir at tingið hevði havt ein steðg, atkvøddi tingið fyri at víkja frá tíðarfreistunum í teimum málum sum høvdu verið til viðgerðar, so at hesi kundi koma til triðju viðgerð.

Orsøkin til hetta er, at tingið fer í summarfrí í dag, og samgonga og andstøða gjørdist samd um at fáa nøkur ávís mál avgreidd áðrenn. Vanliga skulu í minsta lagi tveir dagar ganga ímillum tvær ymiskar viðgerðir av sama máli.

Tingfundurin varð settur á skrá kl. 14, og níggju mál skulu viðgerast. Fimm teirra skulu til triðju viðgerð, meðan fýra mál skulu til aðru viðgerð. Hetta merkir tí, at tá endalig atkvøðugreiðsla verður til fimm mál, so mangla enn fýra mál at hava verið til endaliga atkvøðugreiðslu.

Nógv bendir tí á, at løgtingið seinni í dag enn einaferð fer at víkja frá tíðarfreistum, so at tey síðstu fýra málini kunnu fáa sína triðju viðgerð og endaligu atkvøðugreiðslu.

Skráin til løgtingsfundin kl. 14 sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder