Innanlands

Ein treytað og ein treytaleys frádøming

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávikavíst 115 km/t og 137 km/t í Norðoyatunlinum í nátt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-10-18 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt var løgreglan úti við lasaranum og gjørdi ferðamátingar norðanfyri, og í hesum sambandi vóru tvey mál skrásett í Norðoyatunlinum.

Talan var um ein bilførara, sum koyrdi 115 km/t, og ein, sum koyrdi 137 km/t.

Tann fyrri fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum og skal sostatt upp til nýggja koyriroynd innan tríggjar mánaðar fyri at sleppa at varðveita rættin at koyra.

Seinni førarin misti koyrikortið treytaleyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder