Innanlands

Ein smittutilburður í gjár

Viðkomandi er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir – Ein persónur afturat er eisini staðfestur frískur, og eru framvegis 11 smittað í løtuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-10-17 16:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1.503 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 144.882 kanningar gjørdar.

483 persónar hava nú fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, av teimum eru 472 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 11 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. 69 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder
placeholder