
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um harðskap, sum skal vera farin fram seinnapartin í gjár.
Tað snýr seg um eina ósemju millum tveir starvsfelagar, sum endaði við, at tann eini persónurin meldaði hin fyri harðskap.
Enn veit løgreglan ikki, hvat tað er, sum er hent, tí tað er orð móti orði, og verður nú kannað, um har eru nøkur vitni, sum kunnu hjálpa løgregluni at lýsa málið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at báðir persónarnir eru kannaðir á Landssjúkrahúsinum.
Um kvøldið var eitt annað mál um harðskap.
Tað var uttanfyri Herbergið í Havn, har løgreglan varð boðsend at burturvísa ein persón.
Tað endaði við, at viðkomandi varð skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald