Mentan

Ein millión til størri listaligar verkætlanir í Tórshavnar kommunu

Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan – Freistin at søkja um stupul er 8. apríl

2024-03-12 16:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja um stuðul frá Tórshavnar kommunu til størri listaligar verkætlanir fyri 2024.

Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu, og í ár eru ein millión krónur tøkar at søkja, skrivar kommunan.

Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur.

Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir hesum treytum:

  • Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
  • Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
  • Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: "Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin"?
  • Søkjast kann um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 krónur. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira enn 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina.

Umsóknarfreistin er mánadagin 8. apríl, og søkt verður á Vanganum, skrivar Tórshavnar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder