placeholder
Innanlands

Ein koyrdi ávirkaður

75 bilar vórðu steðgaðir í gjárkvøldið og í nátt, men bara í einum føri var nakað at koma eftir

(Savnsmynd: Visualhunt.com)

(Savnsmynd: Visualhunt.com)

2024-03-29 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevði í gjár og í nátt málrættað átøk móti rúsdrekka og rúsevniskoyring, og lítið var at finna.

60 bilar vórðu steðgaðir í norðurøkinum sum umfatar Norðoyggjar og Eysturoynna, og í einum føri var eitt mál skrivað um rúsdrekkakoyring. Í einum øðrum føri fekk ein bót fyri niðurslitin dekk.

15 bilar vórðu steðgaðir í Havn, men har vísti alt seg at vera í ordan.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni higartil á páskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder