Innanlands

Ein kampur fyri framman

Føðingardagurin hjá Pól Sundskarð í dag er ikki júst, sum hann ætlaði. Men hann er komin upp at ganga

Pól Sundskarð og konan Bjørg á Lava Sundskarð á Ríkissjúkrahúsinum (Privatmynd)

Pól Sundskarð og konan Bjørg á Lava Sundskarð á Ríkissjúkrahúsinum (Privatmynd)

2021-10-24 22:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í mánaðinum var kendi fjallagangarin Pól Sundskarð óheppin og gleið av Syðringarskarð á veg oman í Strandadal á Borðoynni.

Hann kom illa til skaða, og hevur á Ríkissjúkrahúsinum verið undir skurð í rygginum.

Pól Sundskarð verður í dag 64 ára gamal, og hevur lagt eina heilsan út á Facebook. Hann er nú komin upp at standa, og nú verður venjing á skránni.

- Túsund takk fyri allar heilsanar og bønir á mínum føðingardegi. Dagurin bleiv ikki hildin har vit ætlaðu at vera. Nú er ein kampur fyri framman, og higartil hevur gingið væl, skrivar Pól Sundskarð saman einari mynd av honum og konuni.

placeholder
placeholder