Innanlands

Ein ungur maður innlagdur orsaka av MDMA

Vandamikla rúsevni hevði við sær, at ein persónur, sum var á G!Festivalinum fríggjakvøldið, noyddist við skundi á Landsjúkrahúsið. Nýstlan í Føroyum er vaksandi, boðar løgreglan frá

2019-07-15 13:43 Author image
Agnar Prestá

Leygarmorgunin frættu vit frá løgregluni, at MDMA varð nýtt á G!Festivalinum. Hetta hevði løgreglan varhugan av fór at henda frammanundan festivalinum, tí sambært Dávi Magnussen frá rúsevnadeildini hava løgreglan og tollarar fleiri ferðir seinastu tíðina lagt hald á evnið - bæði frá fólki ið eru á veg inn í landið, og frá pesónum sum eru tikin í náttarlívinum við evninum uppi á sær. Hetta sigur hann við Kringvarpið. 

Les eisini: Vandamikið rúsevni í umferð á G

Fríggjakvøldið varð ein ungur maður, sum var staddur á G!Festivalinum koyrdur á Landssjúkrahúsið. Orsøkin var, at ein vinmaður hjá honum hevði ringt til løgregluna, og boðað frá at maðurin var vorðin sera illa fyri orsaka av rúsevninum. Hann hevði tikið ov nógvar MDMA tablettir, og sambært Kringvarpinum mátti hann í skundi koyrast á Landssjúkrahúsið, har hann kom undir viðgerð.

Alt spældi væl av, tá avtornaði. Løgreglufólk fóru síðani at kanna málið, men funnu einki til rúsevni á økinum og einki mál spurdist burturúr. Í mun til bót og revsing, verður evnið umróknað til ekstasy-tablettir og í ógvusligum førum kann revsing vera upp til 14 ár fyri at selja MDMA.  

Í tíðindunum hjá Kringvarpinum á døgurða varð MDMA lýst sum eitt eftirgjørt rúsevni (tað er grundevni í Ectasy), sum økir ógvusliga um nátúrligu eydnu-hormonini í kroppinum. Ávirkanin kann vera somikið stór, at vandi er fyri, at hjartað ikki megnar at fylgja við, og sambært Dávuri Magnussen eru dømi eru úr millum annað Danmark, har ung fólk eru deyð, eftir at hava tikið ov nógv MDMA. Í Føroyum eru álvarsligir skaðar ikki staðfestir enn, og hendingin farna fríggjakvøld er tann ógvusligasta higartil.

 
 
 
placeholder
placeholder