Innanlands

Ein fráboðan um vindskaða í nátt

Tað var í Vestmanna, at nakrar stórar takplátur vóru farnar í vindinum, men tær hava ikki gjørt stóran skaða, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-07 08:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur hevur verið í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið eina fráboðan um vindskaða tíðliga í morgun.

Tað var klokkan hálvgum fimm, at tey fingu boð um, at nakrar stórar takplátur vóru farnar í vindinum í Vestmanna.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at fólk vórðu send á staðið at meta um skaðan, men hann var ikki stórur. Ein bilur fekk eitt sindur av skaða, men eingin fólkaskaði var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder