Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur lagt uppskot um at broyta játtanarskipanina fyri Løgtingið.
Uppskotið hevur til endamáls at seta hámark fyri, hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar hjá landinum kunnu vera. Uppskotið snýr seg eisini um, at skatta- og avgjaldslættar skulu verða fíggjaðir, og at ein løguætlan skal verða gjørd fyri landið.
Hetta lógaruppskot er ein týdningarmikil byrjan til eitt fíggjsrpolitiskt regluverk, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
– Langt um leingi seta vit nú eina fyriskipan í verk, sum skal tálma rakstrarútreiðslunum hjá landinum. Vit skylda okkara ungu og komandi ættarliðum at tryggja eitt samfelag, sum hevur ein skilvísan rakstur og fremur skilagóðar íløgur í samfelagnum, sigur Ruth Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald