Innanlands

Ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt - koyrdi eisini við píkadekkum

Bilurin hjá einum bilførara í Havnini fekk í nátt loyvi at standa. Tá viðkomandi blásti í alkometri vísti tað so mikið høgt, at viðkomandi mátti við løgregluni at taka blóðroynd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-21 09:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan steðgaði um fimm tíðina í nátt einum bilførara í Havn. Hann var biðin um at blása í alkometrið, og tað vísti meira, enn loyvt er.

Maðurin mátti tí við løgregluni at taka blóðroynd, og verður skuldsettur fyri rúsrekkakorying.

Eisini fær hann bót fyri at koyra við píkadekkum. Tað er ikki loyvt at koyra við píkum frá 15. mai til 15. oktober.

Ein bilur varð eisini steðgaður um hálvgun seks tíðina. Í hesum føri var førarin edrúur, men tað vísti seg, at hann koyrdi við píkadekkum. Tað fær hann eina bót fyri.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Í býarlívinum í nátt var eitt skeinkistað, sum hevði trupulleikar av einum persóni. Patruljan fór ein túr inn á gólvið, men viðkomandi noktaði at upplýsa hvør hann var. Tað er ólógligt, og hetta fær hann eina bót fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder