Fríggjadagin eftirlýsti løgreglan eigaran av einum brævbjálva við eini størri peningaupphædd, og eigarin er nú funnin, upplýsir løgreglan.
Brævbjálvin varð funnin í Jysk leygardagin 13. desember, og heitt varð á eigaran um at seta seg í samband við løgregluna og upplýsa, hvat stóð á brævbjálvaum, og hvussu nógvir pengar vóru í.
Tað hevur eigarin so gjørt, og hann kemur eftir ætlan eftir honum í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tað vóru bert tveir persónar, sum ringdu til løgregluna um brævbjálvan. Umframt eigarin av brævbjálvanum ringdi ein annar persónur, sum helt seg eiga hann. Viðkomandi spurdi, um okkurt ávíst stóð á brævbjálvanum, men tað gjørdi tað ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald