Innanlands

Eiðis fornminnisfelag fingið stuðul frá Lions Club

Upphæddin er áljóðandi 25.000 krónur, og peningurin fer til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini

Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis fornminnisfelag, tók ímóti kekkinum frá Lions Club

Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis fornminnisfelag, tók ímóti kekkinum frá Lions Club

2025-05-14 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen fyri eidi.fo:

12. mai vitjaðu limir úr Lions Club Eysturoy á látralonini. Fyrsta punkt á skránni var ein fundur millum limirnar, har teir viðgjørdu ymisk mál.

Tá fundurin var lokin, varð boðið til smyrjibreyð og ein góðan kaffimunn. Eftir eina løtu við góðum práti var tíðin komin til sjálvt hæddarpunkt kvøldsins. 

Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis fornminnisfelag, tók ímóti kekkinum frá Lions Club. Upphæddin er á 25.000 krónur. Pengarnir fara til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini.

Eiðis kommuna var eisini umboðað og borgarstjórin takkaði fyri íkastið frá Lions Club Eysturoy. 

[object Object]
Mynd: Eiðis kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder