Innanlands

EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS-skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, sum kann samanberast tvørturum lond. ES hevur eina reglu, um at ovara markið fyri almenna bruttoskuld ikki eigur at vera meira enn 60% av BTÚ

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-21 21:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

EGS-skuldin fevnir um land, kommunur og sosialar grunnar. Skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar verður roknað uppí skuldina hjá landskassanum, tí veðhaldsskyldan hjá landinum skal, sambært altjóða leisti fyri hagtalsuppgerð, roknast uppí.

ES hevur eina reglu, um at ovara markið fyri almenna bruttoskuld ikki eigur at vera meira enn 60% av BTÚ. Føroyar eru ikki limir í ES, men við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera um 30% av BTÚ.

[object Object]

Er skuldin ov høg, kann tað gerast trupult fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder