Innanlands

Eftirspurningurin heldur fram at vaksa

Tilsamans brúktu føroyingar 196,5 GWt fyrra hálvár í ár – Hetta er mesti eftirspurningurin eftir elorku nakrantíð í einum hálvári, sigur SEV

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-07-10 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram at vaksa, tó er vøksturin ikki so høgur sum undanfarin ár.

Tilsamans brúktu føroyingar 196,5 GWt fyrra hálvár í ár. Sambært SEV er talan um eina øking á 5,4 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør, og er hetta samstundis mesti eftirspurningur eftir elorku nakrantíð í einum hálvári.

61 prosent av framleiddu elorkuni var termisk orka, t.e. olja, meðan hini 39 prosentini vóru framleidd úr ávikavist vatni, vindi ella sól.

Framleiðslan úr vatnorku stóð fyri góðum 26 prosentum, meðan vindorkan kom upp á góð 12 prosent og sólorkan 0,04 prosent.

Talan var um eina afturgongd á góð 12 prosent í framleiðsluni av vindorku, lutvíst orsakað av breki á trimum myllum í hesum tíðarskeiðnum.

Vatnorkuframleiðslan øktist við 13,8 prosentum úr góðum 46 GWt í fjør í 52 GWt fyrra hálvár í ár. Í juni í ár regnaði eisini 71,3 mm í miðal í mun til 67,7 mm í juni 2019.

At sólorkuframleiðslan var 0,04 prosent av samlaðu framleiðsluni sær ikki út av nógvum í stóru myndini, men framleiðslan roynist framvegis væl, skrivar SEV á heimasíðuna.

Í juni framleiddi sólorkulundin í Sumba streym til tað, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 77 húskjum. Besta dagin í juni rakk framleiðslan upp á 1,97 MWt.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder