Katie Zacharia, sum fyri fáum døgum síðani tók við sum nýtt pressutalsfólk hjá Hvítu Húsunum, fer úr starvinum aftur, skriva fleiri amerikanskir miðlar við ónevndum embætisfólkum sum keldu.
Zacharia fær ein nýggjan leiklut, sum verður kunngjørdur seinni.
Fríggjadagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann hevði heitt á hana um at umhugsa leiklut sín, og hóskaði hetta starvið kanska ikki til hana.
Í nátt skrivaði hon á X, at tað var ein heiður at arbeiða fyri Trump.
41 ára gamla Katie Zacharia hevði fleiri ferðir umtalað seg sjálva sum sakførara, men hon hevur síðani viðgingið, at hon ikki stóð royndina, sum í USA gevur einum loyvi at virka sum sakførari, skrivar Ritzau.
Tað var mánadagin, at Zacharia byrjaði í starvinum sum pressutalsfólk í Hvítu Húsunum. Á sínum fyrsta tíðindafundi týsdagin tyktist hon fjálturstungin. Á tíðindafundinum, sum bert var 15 minuttir langur, svaraði hon fáum spurningum og kom til at umrøða mkann sín sum forsetan.
Tá Zacharia varð spurd, hvar hon hevði staðið royndina fyri at kunna arbeiða sum sakførari, svaraði hon:
– Tá eg var í Kina.
Seinni í vikuni viðgekk hon, hon ongantíð hevði staðið royndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald