Uttanlands

Eemslift Hendrika rekur enn fyri vág og vind

Tey vænta, at veðrið verður betri í morgin, so servandir bjargarar kunnu setast niður á skipið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-07 16:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er tað ikki eydnast at bjarga niðurlendska farmaskipinum Eemslift Hendrika, sum síðan mánadagin hevur rikið uttan motorkraft út fyri norsku strondina.

Norska bjargingartænastan tók fyrrapartin avgerð um at bíða í eitt samdøgur afturat áðrenn ein roynd verður gjørd at fáa ein enda á skipið. Orsøkin er vánaliga veðrið, og trygdin hjá teimum, sum skulu fremja arbeiðið.

Ætlanin er, at bjargarar skulu lorast niður á skipið úr tyrlu. Hesir skulu so festa ein trossa í bátin at sleipa við, skrivar NRK.

Men higartil hevur veðrið forðað fyri hesum. Tað eru stór virði, sum eru upp á spæl. Sjóverjan óttast fyri, at skipið skal renna á land við 350 tonsum av tungolju og 50 tonsum av diesel umborð. Men nú vísa útrokningar, at sannlíkindini eru lítil fyri at hetta kann henda innan fyri komandi samdøgrið. Tí er valt at bíða til í morgin, hósdagin, tá hann eisini boðar frá minni vindi og minni aldu á leiðini.

Tveir norskir sleipibátar, BB Ocean og Normand Drott liggja hjá skipinum. Niðurlendska reiðaríið hevur leigað hesar bátarnar. Ætlanin er at Eemslift Hendrika skal sleipast inn til Måløy ella Florø.

[object Object]Grøni alibáturin mitskips sleit seg leysan í gjár - helst hevur tað verið viðvirkandi til, at Eemslift Hendrika hevur klárað seg í stóru alduni (Mynd: EPA)

Misti ein bát av dekkinum – kann hava verið bjargingin
Ein alibátur,  sum stóð á dekkinum á Eemslift Hendrika varð mist av skipinum einaferð í gjár. Alibáturin liggur eisini og rekst fyri vág og vind, men fyribils miðsavna bjargingarfólkini seg um stóra skipið.

Tað, at farmaskipið misti henda tunga farmin, kann hava verið viðvirkandi til, at skipið hevur klárað seg higartil í stóru alduni, verður mett.

“Eemslift Hendrika” var 60 fjórðingar vestan fyri Ålesund, tá hon sendi út neyðarkall mánadagin. Tá varð boðað frá, at skipið hevði 30 stig slagsíðu. Norska sjóverjan sendi tríggjar tyrlur og tvey skip á leiðina fyri at hjálpa.

Teir fyrstu átta av manningini vórðu bjargaðir av skipinum fyrrapartin mánadagin, meðan skiparin og tríggir aðrir vórðu eftir umborð í eini roynd at royna at stabilisera skipið.

Hesir vórðu seinni fluttir í land eisini, tá tað vísti seg, at farmaskipið misti motormegina.

(Tekstur rættaður kl. 22.09)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder