Í døgunum frá 28. til og við 30. mai sýnir Edith Mørkøre fram í Varðanum Pelagic.
Framsýningin umfatar bæði málningar og grafikk-list.
Dyrnar verða lætnar upp hósdagin 28. mai kl. 17.00 og borðreitt verður við onkrum góðum til góman.
Møguleiki er at vitja framsýningina á Varðanum Pelagic soleiðis:
Tórsdagin kl 17.00 til kl 20.00
Fríggjadagin á Mentanarnáttini kl 17.00 til kl 21.00
Leygardagin kl 13.00 til kl 16.00
Edith sigur soleiðis
- Í náttúruni lata mínir tankar seg skiftandi upp og aftur, í takt við egnan andadrátt... Varðar vísa veg yvir fjøll og geva vón...”
Edith finnur íblástur til listarliga arbeiði í føroysku náttúruni, í vøkstrinum, fuglalívinum, gerandisdegnum, og í fólkinum sum her býr.
Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt sjálvstøðugar framsýningar, luttikið á felagsframsýningum og sensureraðum fram¬sýningum her heima og uttanlands.
Edith hevur í apríl, í ár, luttikið og sýnt fram á stórum Norðurlendskum Grafikkfestivali á Fjón har 29 listafólk úr ymiskum norðanlondum, vóru útvald at sýna fram.
Tvøroyar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald