Mentan

Earth Hour verður 23. mars

Í sambandi við Earth Hour verður í Havn skipað fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes við frásøgn um óhugnaligar hendingar í økinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-03-02 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars mánað er afturvendandi tiltakið Earth Hour á skránni. Í ár verður tað leygardagin 23. mars frá klokkan 20.30 til 21.30, at ljósini verða sløkt, og tá ber til at koma ein túr í myrkrinum út á Tinganes.

Tórshavnar kommuna skipar nevniliga fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes í sambandi við Earth Hour.

– Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars. Í ár verður skipað fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes við frásøgn um óhugnaligar hendingar í økinum. Byrjað verður á Doktaragrund úti á Reyni kl. 20.30. Túrarnir eru óhóskandi fyri børn yngri 12 ár, skrivar Visit Tórshavn.

– Spákandi við oljulampu í hond verður gingið út í Tinganes, har greitt verður frá søguni í økinum. Eisini verður sagt frá ræðusøgum um fólk, sum ganga aftur. Eitt nú fara vit at hoyra um bláu konuna og frøken Kjærgaard í sethúsinum.

Frásøgufólk á túrinum eru Terji Beder og Brandar Heðinsson.

– Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.

– Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.

Tórshavnar kommuna sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.

Túrarnir út í Tinganes eru ókeypis, men neyðugt er við tilmelding, sum fer fram á visittorshavnshop.fo. Tá túrarnir eru lidnir seta skótar tálgarljós við Havnar kirkju og hava kakao og bakstur við til luttakararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder