Innanlands

Earth hour og aftankvirra í Vági

Í kvøld kl 20.00 hevur Vágs kirkja eina aftankvirru, har kirkjan verður upplýst við livandi ljósum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-23 12:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár, er Vágs Kommuna við í Earth hour átakinum. Earth Hour heitur á okum øll um at sløkkja ljósini klokkan 20.30 og ein tíma fram.

Endamálið við átakinum er, at fáa fólk kring heimin at hugsa um verðurlagsbroytingarnar og umhvørvi. Í ár fellur Earth hour á leygardagin 23. mars. Hendan leygardagin millum klokkan 20.30 og 21.30 sløkkir kommunan øll gøtuljós. Vágs Kommuna heitur eisini á borgarar um eisini at sløkkja ljósini hendan tíman.

Leygarkvøldið kl 20.00 hevur Vágs kirkja eina aftankvirru, har kirkjan verður upplýst við livandi ljósum. Prestur Patrick de Neergaard bjóðar vælkomin og Dagfinn Olsen syngur og spælir, og vit syngja tveir sálmar.

Meðan Earth hour er, hava vágbingar so møguleika at uppliva Vág í myrkri, uttan órógvandi ljós frá gøtuljósunum.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder