Mentan

Dynamit tekur Vágsbø enn einaferð

Stóri hittbólkurin spælir á Summar Festivalinum í august – “Grøv no. 13” hevur 40 ár á baki í ár

Dynamitt við Niclas Hera Jákupsson í front, spældu eisini á Summar Festivalinum í fjør

Dynamitt við Niclas Hera Jákupsson í front, spældu eisini á Summar Festivalinum í fjør

2025-05-07 11:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Væl umtókti poppbólkurin Dynamit verður við á Summar Festivalinum í ár. 20 ár eru liðin, síðani bólkurin spældi á Summar Festivalinum fyrstu ferð, og í ár fyllir stóra hittið hjá bólkinum, "Grøv nummar 13", 40 ár.

Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.

Framførslan í 2005 var óvæntað góð, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.

Dynamit hevur regluliga spælt á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir. Fáir ella eingir bólkar megna sum Dynamit at fáa lív í Vágsbø. Og í ár – 20 ár eftir fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum – verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á stóra pallinum á Vágsbø.

– Vit hava havt nakrar fantastiskar løtur á Vágsbø, og vit gleða okkum at spæla aftur á Summar Festivalinum. Vit kunnu lova eina rimmar konsert við øllum teimum bestu og kendastu sangunum hjá Dynamit, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddmaður í Dynamit.

Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum, og var sera væl umtóktur dansibólkur tá. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin", "Omman við Gjógv" og "Til allar kvinnur".

Hesir sangir verða spældir á Summar Festivalinum 2025, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder