
Fleiri nýggj andlit eru at síggja í OM nevndini, ið hevur skipað seg av nýggjum.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari
Tað eru Pól Johannesen úr Klaksvik og Tórheðin Jensen úr Norðagøtu eru nýggir nevndarlimir.
Pól er komin í nevndini fyri Randi Joensen, ið seinastu 10 árini trúføst hevur umsitið nógv praktiskt arbeiði í OM Føroyar. Umframt at hava verið kassameistari, hevur hon eisini givið stórt íkast í ymiskar postar í TeenStreet Føroyar.
- Hennara umsorgan og áhaldni í bøn fyri okkara trúboðarum eru fyrimyndarlig og høgt virðismett. Vit takka Randi fyri tíðina í nevndini.
Durita avloysir Jens Christian
Durita J. Jacobsen, ið kom í nevndina í 2020, er vald nevndarforkvinna eftir Jens Christian Olsen.
Hann hevur sitið í nevndini síðani 2016. Seinasta fýra ára skeiðið, frá 2021-2025, hevur Jens verið nevndarformaður í OM Føroyar.
- Vit takka Jens fyri fyrimyndarliga gott arbeiði, og fyri hansara trúgva og áhaldandi eldhuga fyri OM Føroyar og OM úti í heimi. Trúfesti og nærlagni hava merkt hansara arbeiðið, og leggur hetta lunnar undir víðari virksemi hjá nýggju nevndini, skrivar trubodin.fo.
Nýggja nevndarforkvinnan, Durita J. Jacobsen, býr í Havn og arbeiðir sum fólkaskúlalærari.
Saman við manninum, Hans Davidi Dam Jacobsen, hevur hon virkað sum langtíðartrúboðari í tíðarskeiðnum 1994-2005. Fyrst 7 ár í Rumenia og síðani 4 ár millum maori fólki í Ný Sælandi.
Randi Joensen og Jens Christian Olsen halda tó áfram í OM Føroyar sum sjálvboðin.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Nevndarforkvinna: Durita J. Jacobsen
Næstforkvinna: Guðrun Elttør
Skrivari: Kristianna Johannesen
Nevndarlimur: Pól Johannesen
Nevndarlimur: Tórheðin Jensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald