2021-12-26 19:45
Jólaaftan, jóladag og í dag, annan jóladag hava vit sett tykkum lesarum spurningar um ymiskt, sum hevur við høgtíðina at gera.
Jólaaftansmorgun spurdu vit um hvat stóð á matarlepanum fyri kvøldið. Nógv tey flestu søgdu seg eta dunnu ella gás, men tað framvegis fleiri sum eta ræst kjøt ella ræstan fisk jólaaftan.
![]()
At eta seg um rygg eru vit nógv sum kenna til. Serliga á jólum, og tað vísti atkvøðugreiðslan í gjár eisini.
![]()
Í morgin er aftur mánadagur, og fyri nógv ein vanligur arbeiðsdagur. Í morgun spurdu vit um triði jóladagur skuldi verið frídagur. Hóast tað ikki er púra greitt, so er ein hampiligur meiriluti fyri, at triði jóladagur eigur at vera frídagur.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald