Løgtingið er farið undir fyrstu viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um “fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyranditunnilskervum og vegakervum”.
Orðaskiftið byrjaði nakað eftir klokkan 13 í dag, og í skrivandi løtu er talaralistin framvegis langur. Nú um hálvgun fýra tíðina stóðu framvegis 15 fólk á talaralistanum, so roknast kann við, at tað er myrkt og kvøld áðrenn viðgerðin er liðug og klár at senda í fíggjarnevndina til viðgerðar.
Tvey mál standa á dagskránni at fáa fyrstu viðgerð eftir at orðaskiftið um Suðuroyartunnilin er liðugt. Tað seinasta málið er uppskotið til løgtingslóg um áseting av pensjónsaldri.
Tú kanst fylgja við orðaskiftinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald