Innanlands

Drotningin potað og farin av flogvøllinum

Margreta drotning og fylgi hennara er nú á veg til Havnar

2021-07-15 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrapartin lendi flogfarið hjá donsku loftverjuni í Vágum, og sum tað fyrsta fóru tvey fólk í hvítari trygdardrakt umborð fyri at kanna fólkini umborð fyri koronu.

Stutt eftir sást drotningin og fylgi hennara fara út í svørtu nývaskaðu bilarnar, sum bíðaðu við flogfarið.

Síðan fór fylgið avstað.

Nú kongsskipið Dannebrog ikki er í Føroyum – tað liggur framvegis í Frederikshavn við maskinskaða – skal hennara hátign búgva á einum av hotellunum í Havn.

Her fer drotningin at bíða, til svar kemur upp á koronukanningina.

Klokkan 13 gongur leiðin oman á Bursatanga, har løgmaður tekur ímóti og almenna vitjanin kann byrja.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder