Innanlands

Drotningin kemur til Føroya 14. juli

Føroyavitjanin hjá Margretu drotning verður í døgunum 14. - 19. juli, og í næstum verður kunngjørt, hvar í landinum hon fer at vitja

Seinast drotningin var í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinast drotningin var í Føroyum var í 2016 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-08 14:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í apríl varð kunngjørt, at Føroyavitjanin hjá Margretu drotning fór at verða í juli, og nú er greitt, at drotningin vitjar í døgunum 14. - 19. juli.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður verður vertur fyri vitjanini, og í næstum verður kunngjørt, hvar í landinum Margreta drotning fer at vitja, skrivar Løgmansskrivstovan.

Seinast drotningin var í Føroyum var í 2016, og í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í fjør segði drotningin soleiðis:

- Eg gleði meg aftur at síggja Føroyar - deiligu oyggjarnar og ærukæra fólkið í Norðuratlantshavi. Og eg gleði meg at síggja stóru menningina, sum er hend síðani seinastu vitjan mína í 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder