Uttanlands

Margreta drotning fingið ballónviðgerð í hjartanum

Verður liggjandi á Ríkissjúkrahúsinum hetta vikuskiftið

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-05-15 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Margreta drotning, sum í gjár varð løgd inn á Ríkissjúkrahúsið við hjartatrupulleikum, hevur nú verið undir skurði.

Hon hevur fingið ballónvíðkan av krúnulívæðrini í hjartanum, boðar kongshúsið frá í tíðindaskrivi.

86 ára gamla drotningin verður – sum ætlað – liggjandi á Ríkissjúkrahúsinum í nakrar dagar afturat.

Hon klárar seg væl, skrivar Kongshúsið.

Danmarks Radio skrivar frá egna heilsuserfrøðingi sínum, Peter Qvortrup Geisling, lækna, at talan er um eina heilt vanliga skurðviðgerð.

- Hetta er ein lítil operstión, sum umleið 10.000 danir fáa hvørt einasta ár, situr hann.

Drotningin varð innløgd seinnapartin í gjár við hjartakrampum, og tá ljóðaði, at hon skuldi vera liggjandi á sjúkrahúsinum um vikuskiftið.

Krampar í hjartanum, eisini kallað ‘angina pectoris’ íkoma tá hjartað ikki fær nóg mikið av súrevni. Vanligasta orsøk til hetta er, at krúnulívæðrarnir eru kálkaðir orsaka av ov nógvum kolesterol.

Trongi í krúnulívæðrini kann viðgerast bæði við heilivági og við eini ballón og stenti, so at blóðrenslið rennur aftur sum tað skal. Hetta er eisini við til at forða fyri blóðtøppum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder