Uttanlands

Dronur yvir fleiri floghavnum í gjár

Dronur vórðu staðfestar í Aalborg, Esbjerg, Sønderborg og Skrydstrup. Eisini vóru fráboðanir um ljós yvir floghavnunum í Billund og Bornholm

2025-09-25 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið var aftur trupulleiki við dronum, sum flugu yvir lufthavnum í Danmark. Fyrst varð boðað frá, at lufthavnin í Aalborg mátti steingja fyri ferðslu, men fleiri floghavnir í Jútlandi upplivdu tað sama.

Les: Aftur dronur í donskum loftrúmi – nú er galið í Aalborg

Seinni í gjárkvøldið boðaði løgreglan frá, at tað eisini vóru dronur nærhendis floghavnunum í Esbjerg, Sønderborg og hernaðarligu floghavnini í Skrydstrup

Í øllum førum varð sagt, at dronurnar flugu við ljósi, og vórðu sæddar av jørðini. Hetta hendi bert tvey samdøgur eftir at loftrúmið yvir stóru floghavnin í Kastrup mátti steingjast í fýra tímar.

Beint fyri klokkan eitt í nátt kundi løgreglan boða frá, at tað ikki longur var dronuvirksemi yvir floghavnini í Aalborg.

Boðini um at steingja floghavnina í Aalborg komu klokkan 21.44 lokala tíð. Her var talan um fleiri stórar dronur, og at tær uppførdu seg á sama hátt, sum dronurnar yvir Kastrup fyrr í vikuni.

Í Esbjerg og Sønderborg var ikki talan um at steingja loftrúmið, tí hesar lofthavnirnar vóru stongdar fyri náttina, tá dronurnar vórðu sæddar.

Tann nakað størri floghavnin í Billund stongdi í eina lítla løtu í gjárkvøldið orsaka av eini fráboðan um dronur. Men hetta kundi ikki staðfestast.

Løgreglan á Bornholm hevur eisini váttað, at ljós eru sædd yvir floghavnini har. Men heldur ikki hetta kundi staðfestast, skrivar Danmarks Radio.

Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, og Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hava kallað inn til tíðindafund klokkan 8 føroyska tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder