2025-09-22 22:55

Tað eru framvegis dronur í økinum við flogvøllin í Kastrup. Myndugleikarnir vita ikki hvørjar dronur talan er um.
Hesum boðar flogvøllurin frá. Í fleiri tímar hava flogfør ikki lent og eru heldur ikki farin á flog frá Københavns Lufthavn.
Flogfarið hjá Atlantsflogi var uppi yvir Jútlandi og á veg til Keypmannahavnar tá boðini komu. Vent var við, og flogfarið lendi í Stavanger fyrr í kvøld. Flogið verður víðari til Aalborg seinni í kvøld, upplýsir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, fyri in.fo.
Nógv løgregla í økinum við flogvøllin í Keypmannahavn mánakvøldið (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald