Uttanlands

Dronuálop móti Moskva í nátt

Russiski herurin sigur seg hava tileinkisgjørt 17 ukrainskar dronur

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-10-28 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aðru nátt á rað hevur Ukraina í nátt sent dronur móti russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Tað boðar russiska verjumálaráðið og Sergej Sobjanin, borgarstjóri frá, sambært Reuters tíðindastovuni.

Sambært verjumálaráðnum hevur russiska loftverjan í nátt oyðilagt 17 ukrainskar dronur.

Ein teirra hevði kós móti Moskva, meðan 13 dronur vórðu tileinkisgjørdar yvir landslutinum Kaluzjskaja, beint eystan fyri høvuðsstaðin.

Sobjanin borgarstjóri skrivar á boðtænastuni Telegram, at bjargingarlið eru send út til økið har dronan datt niður. Ongar fráboðanir eru um dripin ella særd í sambandi við dronuna, ið varð skotin niður á veg móti Moskva. Sambært Reuters gevur Russland tó sjáldan fult yvirlit yvir skaðarnar í sambandi við slík ukrainsk álop í landinum.

Tær seinastu tríggjar dronurnar vórðu tileinkisgjørdar yvir Brjansk landslutinum í vestara parti av Russlandi, skrivar Ritzau.

Guvernørurin í økinum, Aleksandr Bogomaz, sigur á Telegram, at ein sivilpersónur er innlagdur á sjúkrahús orsaka av niðurdotnum dronum.

Bæði Russland og Ukraina verða skuldsett fyri at leypa á sivilfólk í krígnum, sum nú gongur á fjórða ári. Bæði lond vísa skuldsetingunum aftur, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder