
Løgreglan í Keypmannahavn kannar framvegis málið um ókendu dronurnar, sum mánakvøldið vórðu sæddar yvir floghavnini í Kastrup.
Í eini fráboðan seinnapartin, sigur løgreglan, at hon hetta seinasta samdøgrið hevur fingið yvir hundrað fráboðanir um dronur og dronulíknandi lutir.
Fráboðanirnar snúgva seg um bæði mánakvøldið í floghavnini, men eisini aðrastaðnir og til aðrar tíðir.
Í arbeiðinum at uppklára hendingina, sum førdi til at ferslan til og úr floghavnini støðgaði í fleiri tímar, hyggur løgreglan eitt nú eftir sjóferðsluni.
Eitt ástøði er, at dronurnar kunnu verða sendar úr skipum í økinum, verður sagt í fráboðanini.
Poul Kjeldsen, politiinspektørur, ynskir tó ikki at greiða nærri frá hesum arbeiðinum enn at siga, at dátur um flog- og skipaferðslu verða kannaðar.
Nøkur skip áhugaverd at kanna
Fleiri miðlar hava longu umrøtt ávís skip, sum kunnu vera áhugaverd í kanningararbeiðinum.
Seinastu tíðina hava verið fleiri frágreiðingar um, at skip eru undir illgruna fyri at hava sent upp russiskar dronur.
Týskir miðlar hava skrivað um, at farmaskipið Scanlark varð hildið aftur av løgregluni í Slesvig-Holsten, tí tað var undir illgruna fyri at hava sent dronur upp.
Tað skal vera hent meðan skipið síðst í august lá fyri akker út fyri Kieler-veitini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald