Innanlands

Drekin framleiðir nú streym til føroyska elnetið

Sjóvarfalsorka: Minesto røkkur søguligum varða

2020-12-01 11:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hetta er ein søgulig løta, og eitt risa fet framá fyri Minesto og menningina av okkara serstøku tøkni. Vit eru serliga fegin um framleiðslustøðið á skipanini. Nú gleða vit okkum til at halda fram við arbeiðnum í Vestmannasundi, og okkara framtíðarsamstarv við SEV.

Soleiðis sigur Dr Martin Edlund, forstjóri í svensku fyritøkuni Minesto sum seinastu tíðina hevur arbeitt við at fáa ein sjóvarfalsdreka á botni í Vestmannasundi at virka.

Eftir at undirstøðukervið við fundamenti á havbotninum, sjókaðali og transformarastøð á landi var liðugt uppsett, setti Minesto eisini drekan út og nú er farið undir at royndarkoyra sjóvarfalsorkuverkiðDG100 skipanin umfatar dreka, tjóður og botnfesti. Botnfestið er liðiligt, og ger tað møguligt hjá drekanum at flyta seg í sjónum í einum áttatali.

Royndarkoyringin av DG100 orkuverkinum merkir, at Minesto við serstøku Deep Green tøknini nú framleiðir burðardygga elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið.

Eisini nevndarformaðurin í Minesto, Jonas Millqvist, fegnast:

- Hetta er eitt virðismikið fet fram móti at fáa staðfest tøknina hjá Minesto í burðardyggu orkuvinnuni á sama støði sum eitt nú sjóvindmyllur. Vit flyta okkum nú frá einstøkum til størri uppsetingar, eftir sama leisti, sum varð nýttur innan vindorku.

Samstarv um smáverk og stór orkuverk
Minesto og SEV hava samstarvsavtalu um at nýta sjóvarfalsorku, sum er framleidd við Minesto Deep Green tøknini í Føroyum. Fyrsta stig á leiðini er uppseting og rakstur av tveimum DG100 orkuverkum í Vestmannasundi, sum eru knýtt í netið hjá SEV.

Hesi DG100 orkuverkini kunnu eisini nýtast sum smáverk uttan fyri miðstaðarøkið í Føroyum og aðra staðni kring heimin.

Alt eftir, hvussu royndarverkætlanin í Vestmannasundi hilnast, hava SEV og Minesto ætlanir um at seta út Minesto smáverk, t.e. undir 250kW og størri verk, sum eru størri enn 1MW á øðrum útvaldum støðum í Føroyum.

Arbeitt verður fram ímóti at, at sjóvarfalsorka verður ein týðandi orkukelda í føroyskum elorkusamansetingini í royndini at røkka málinum um, at øll elorkunýtsla á landi stavar frá varandi orkukeldum í 2030.

Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV, fegnast um um stóra framstigið:

- Vit eru sera fegin um, at verkætlanin nú er komin so langt, at Minesto orkuverkið framleiðir inn á føroyska elnetið. Hóast talan enn er um royndarframleiðslu, hava vit góðar vónir um, at sjóvarfalsorka fer at gerast eitt týðandi íkast til burðardyggu elframleiðsluna í Føroyum. Í mun til aðra varandi orku, er sjóvarfalsorkan forsøgin, og tí ikki eins óstøðug og eitt nú vindorka, sigur Sev-stjórin.

Kelda: sev.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder