Innanlands

Dreingjakórið syngur á fleiri málum

"Dreingjakórið undir Brúnni" er undir leiðslu av Eli Smith

Mynd, 2017 : « Dreingjakórið undir Brúnni » varð stovnað í 1999 av Eli Smith, og hevur síðan vant og framført hvønn vetur saman við einum toymi av frívilligum sangglaðum fólki

Mynd, 2017 : « Dreingjakórið undir Brúnni » varð stovnað í 1999 av Eli Smith, og hevur síðan vant og framført hvønn vetur saman við einum toymi av frívilligum sangglaðum fólki

2018-12-06 19:41 Author image
Tíðindaskriv

So eru piltarnir ”undir Brúnni” aftur úti um seg og syngja fyri okkum við teirra stjørnukláru røddum. Tóat teir ikki hava gingið á Glasi enn, so syngja teir longu á fleiri ymiskum málum í eini høgtíð, sum hevur til endamáls at binda mannaættina saman eina løtu. Leggið tí visa-kortið burt’ eina stund, og gloymið allan skund, meðan dreingjanna sangur rungar, so at vit ei minnast løtur tungar.

Konsert-skráin er hendan:

- Leygardagur 08.12í Adventistakirkjuni (mannlig dupultkvartett syngur eisini)

- Týsdagur 11.12 í Tilhaldinum (Gentukórið Kassia er við)

- Týsdagur 11.12 í SMS

placeholder
placeholder