Innanlands

Dreingir brutu inn í FK í Hoyvík

Seks vórðu handtiknir, meðan fýra afturat verða handtiknir

Mynd: Føroya Keypssamtøka

Mynd: Føroya Keypssamtøka

2019-01-11 13:05 Author image
Ari av Rana

Seks ungir mans um 15 ára aldur vórðu í gjárkvøldið handtiknir í samband við eitt innbrot í FK í Hoyvík.

Tað var stutt fyri jól, at 10 ungir mans brutu inn í FK í Hoyvík og stjólu fyri 16.000 kr.

Teir seks handtiknu hava játtað seg sekar í málinum, og Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini sigur við Kringvarpið, at fýra ungir mans afturat verða handtiknir í málinum.

Løgreglan hevur fingið hendur á einum parti av peninginum frá innbrotinum.

Av tí at teir handtiknu bara eru 15 ára gamlir, er kriminalforsorgin og barnaverndin uppi í málinum.

placeholder
placeholder