Innanlands

Dregur út at skriva álitini

Tingfundurin verður uppafturtikin kl. 16

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-06 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tekur longri tíð, enn løgtingsformaðurin hevði ætla, hjá tingnevndunum at skriva álit í málunum, sum ætlandi skuldu koma til viðgerðar í dag.

Ætlanin var at álitini skuldu leggjast fram á fundi, sum skuldi byrja klokkan 14. Men tá klokkan var farin næstan ein hálvan tíma yvir ætlaðu fundarsetan, setti formaðurin fundin, men kundi bert boða frá eini framløgu.

Tað var mentamálanevndin, sum legði fram álit í málinum at seta serligar reglur at galda fyri próvtøkur í ár orsaka av Covid-19.

- Tað dregur út at skriva hini álitini, segði Jógvan á Lakjuni, og sleit tí fundin fyri at taka hann uppaftur klokkan 16. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder