placeholder
Innanlands

Drápsmálið tikið uppaftur: Familjan hjá deyðu gentuni kærdi fútan

Um familjan ikki kærdi fútan til ríkisadvokatin, hevði málið um Mariu Fuglø Christiansen ikki verið tikið upp aftur

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-15 18:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi tann 21. november í 2012. Hóast hetta eru sjey ár síðani, verður ein 23 ára gamal maður ikki fyrr enn nú ákærdur í málinum.

Kringvarpið veit í dag at siga, at uttan eina kæru frá familjuni hjá gentuni til Ríkisadvokatin, so hevði løgreglan slept málinum.

Ríkisadvokaturin álegði í 2017 løgregluni at halda fram við at kanna, hví 16 ára gamla gentan varð funnin deyð.

- Politimeistarin boðaði frá, at man ætlaði at steðga við kanningunum. Tey avvarandi vendu sær til mín, og vit gjøgnumgingu málið. Skjótt gjørdist greitt fyri okkum, at vit hildu, at nógv var eftir at kanna í málinum. Vit vóru ikki nøgd við tað avgerð, sum politmeistarin tók, og tí kærdu vit til ríkisadvokatin, sigur Christian Andreasen, advokatur hjá familjuni hjá Mariu Fuglø Christiansen, við útvarpið.

Í 2012 staðfesti løgreglan, at Maria Fuglø Christiansen varð druknað. Líkið varð grivið upp aftur árið eftir, orsaka av einum øðrum málið, har ákærdi maðurin stakk fýra fólk í Hvannasundi. Tá varð sama niðurstøðan, og tað var, at gentan varð druknað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder