Uttanlands

Donald Trump tók við tilnevningini

Forsetin skýrir mótstøðumann sín fyri at vera ein, ið oyðileggur amerikanska stórleikan.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-28 07:35 Author image
Ingi Samuelsen

Aldri fyrr hevur amerikanski veljarin haft eitt meira greitt val at velja, millum tveir flokkar og tvær politiskar leiðir.

Tað heldur Donald Trump, amerikanskur forseti, sum í røðu til floksfundin hjá republikanska flokkinum í nátt okkara tíð alment tók av áheitanini um at stilla uppaftur til forsetavalið í november.

- Við einum hjarta fylt við takksemi og óendaligum bjartskygni taki er við djúpum takksemi við hesi tilnevning, segði Donald Trump. Røðan varð hildin uttan fyri Hvítu Húsini í Washington, har ein stórur skari av viðhaldsfólki varð savnaður, men eisini ein hópur av mótmælisfólkum.

Í røðuni legði Donald Trump, forseti, eisini eftir demokratiska mótvalevninum, Joe Biden, ið varð skýrdur ein, ið ”oyðileggur amerikanska stórleikan”.

Forsetavalið verður 3. november.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder