Uttanlands

Dómstólur útsett avhoyring av Netanyahu

Grundgevingin er, at rætturin hevur fingið nýggjar upplýsingar – Sunnudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at rættarmálið móti ísraelska forsætisráðharranum órógvar samráðingarnar um vápnahvíld í Gaza

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2025-06-30 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein rættarfundur, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu varð kallaður inn til í dag í sambandi við eitt mál, har hann er skuldsettur fyri mutur, er avlýstur.

Sambært einum dómstóli í Jerusalem er orsøkin, at rætturin hevur fingið nýggjar upplýsingar frá m.ø. Netanyahu og stjoranum fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad. Hvørjar upplýsingar talan er um er ógreitt, skrivar Ritzau.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur kallað rættarmálið fyri eina heksajagstran, og sunnudagin segði hann, at rættarmálið fór at órógva samráðingarnar millum Ísrael og Hamas um vápnahvíld í Gaza.

Herfyri bað Natanyahu annars um at fáa rættarfundin útsettan í tvær vikur, men hendan umbønin varð ikki gingin á møti.

Netanyahu er skuldsettur í trimum málum, sum verða viðgjørd samstundis. Hann og kona hansara, Sara Netanyahu eru skuldsett fyri at hava fingið gávur frá einum amerikonskum filmsframleiðara og avstralskum milliardingi í býti fyri politiskar tænastur.

Eisini er Netanyahu skuldsettur fyri at hava roynt at gera eina avtalu við ísraelska miðilin Yediot Ahronot fyri at fáa meira jaliga umrøðu.

Netanyahu hevur noktað seg sekan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder